Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 20. november 2020

Ávaring í sambandi við storm í kvøld og í morgin

Fyrsta ódnin á vetri gevur altíð sløkkiliðnum mesta arbeiðið. Hetta helst tí, at hóast ávaringar, so eru fólk ofta rættiliga ófyrireikað.

Tórshavnar Sløkkilið heitir tí á einstaklingar, virki og stovnar, um at tryggja tað, sum liggur leyst í sambandi við væntandi illveðrið í kvøld og í morgin.

Umráðandi er at rudda og taka upp tað, ið liggur leyst, um at tryggja og binda alt, ið kann fúka og gera skaða. Best er altíð at binda um heilan fingur. Ansið serliga eftir tílíkum sum trampolinum.

Ein serliga áheitan er til tey, sum brúka brenniovnar, um at ansa sera væl eftir útlufting og at leita sær góð ráð, so ikki skaði stendst av.

 

 

 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking