Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 06. oktober 2021

Ávaring í sambandi við vegarbeiði í rundkoyringini við Skúlan á Fløtum

Articon í rundkoyring á Skúlanum á Fløtum oktober 2021

Frá 6. oktober arbeiða vit við at betra um trygdina við rundkoyringina við Skúlan á Fløtum, har sum lágdeildin er. Arbeiðið verður gjørt fyri at trygdin skal vera í lagi hjá bilførarum, súkklarum og hjá teimum, sum eru til gongu og koma við bussi.

Arbeiðið hevur hesar avmarkingar við sær:

  • Tað ber ikki til at koyra niðan í rundkoyringina at seta børn av við skúlan, meðan vit arbeiða
  • Vit heita á børnini, sum koma við bussinum ella ganga, um at fylgja tí bláu linjuni á kortinum niðanfyri og ikki ganga eftir tí reyðu gøtuni framvið Musikskúlan, sum er stongd meðan arbeiðið fer fram.