Lurta
Tíðindi - 23. juni 2021

Avtalan um innkomuvegin samtykt í býráðnum

Í sambandi við innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum hevur Tórshavnar býráð í kvøld samtykt avtaluna millum fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg.

Haraftrat er samtykt, at umsitingin fær heimild til at gera byggiskrá fyri heildararbeiðstøku, og at umsitingin fær heimild til at bjóða arbeiðið út í heildararbeiðstøku fyri alla verkætlanina samlað, ella ella fyri vegir og tunnil hvør sær. Partar av vegnum/tunlinum kunnu bjóðast út í innbodnari lisitatión.

Býráðið hevur játtað, at umsitingin fær ein fíggjarkarm uppá eina millión til at heinta inn uttanhýsis ráðgeving í sambandi við fyrireikingarnar.

Málið er sostatt endaliga samtykt í býráðnum og kemur fyri løgtingið í ólavsøkutingsetuni.