Lurta
Tíðindi - 23. februar 2021

BARN skiftir til Samleikan

Øll foreldur at børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu hava fingið boð um, at bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan frá MínumLykli til Samleikan. Hetta fer fram 15. mars 2021.

Hetta er liður í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu at talgilda tænasturnar á fleir mótum.

Harafturat er kommunan farin undir at menna eina app, sum skal gera samskiftið millum foreldur og dagstovn trygt og lætt. Henda appin krevur eisini innritan við Samleikanum. Tá ið appin verður slept um stutta tíð, verða Facebook og onnur daglig samskiftisamboð strikað, soleiðis at alt samskifti gongur fyri seg umvegis appina og boðtalvurnar á stovnunum.

Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn, og tískil heitir kommunan á øll um at skráseta seg á Samleikan í góðari tíð áðrenn skiftið 15. mars 2021. Hetta tryggjar øllum atgongd til bókingarskipanina, samskiftisappina og kommunalu tænasturnar annars.

Foreldur brúka BARN-skipanina, tá ið tey skulu bóka børnum sínum pláss í vøggustovu, barnagarði og seinni skriva børnini inn í frítíðarskúla, forskúla og skúla.

Tað er ómakaleyst at fáa sær Samleikan. Fylg leiðbeiningini á heimasíðuni hjá Samleikanum, sum tú finnur her: Fá tær Samleikan (samleikin.fo).

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til kundarøktina hjá Samleikanum á telefon 1881. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8 – 16.30.