Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 23. september 2021

Barnalív skapa vit í felag

Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð luttakarunum vælkomnum til ráðstevnuna “Børn á breddan” á Hotel Føroyum í morgun. Borgarstjórin byrjaði við at ynskja norðurlendsku og bretsku gestunum vælkomnum.

Víðari segði hann, at okkara mál sum kommunur er, at øll børn skulu uppliva tryggleika, gleði og læra so nógv sum til ber. Nógv tey flestu børnini í Føroyum hava tað gott. Tær avbjóðingar, sum børn fáa av natúrligum ávum, verða í nógv størstan mun handfarnar innanfyri familjuna og nærmasta netverk.

- Tó eru børn, sum hava tørv á, at tað í eitt tíðarskeið verða skaptir serstakir karmar fyri at tryggja teimum góðar umstøður saman við javnaldrum, nærmasta umhvørvi og teimum vaksnu á teirra leið gjøgnum barna- og ungdómsárini.

- Fyri at halda fast í hesum, hava vit fyribyrgjandi mannagongdir, ítøkilig mál og leiðreglur, sum áleggja okkum at samstarva fyri børnini tvørtur um alskyns mørk. Bara við at lyfta saman, tryggja vit børnunum bestu møguleikarnar at trívast, mennast og mentast.

- Vit skilja og viðurkenna, at øll børn eru serstøk. Og øll børn skulu hava somu umstøður at menna seg. Vit vilja virka fyri, at tey øll eru partur av einum meiningsfullum og líkaverdum felagsskapi, har tey kunnu taka lut, so tey hava bestu fortreytir fyri at trívast, læra og menna seg.

- Fyri at røkka hesum máli noyðast vit at leggja til rættis serligar atgerðir, sum møta tí tørvi, sum summi børn ikki fáa uppfylt í sínum gerandisdegi. Her má snúningsásin altíð vera, at seta inn so tíðliga sum til ber í mun til aldurin og støðu.

- Vit vita eisini, at tá vit samstarva um trivnað, læring og menning hjá børnum, er gott samstarv við foreldur avgerandi lutur fyri at skapa haldførar loysnir. Haldførar loysnir skapa børn sum trívast og nøgd foreldur. Tí hevur foreldranøgdsemi alstóran týdning í arbeiðnum við børnum.

- Vit hava orsøk at halda, at vit hava lagt tað ringasta av koronu afturum okkum. Og vit fegnast um at halda hesa ráðstevnu í ár – eitt ár seinkað av undantaksstøðuni í fjør.

- Kommunufelagið hevur sett sær fyri at hava ein slíka ráðstevnu á øðrum hvørjum ári, har fokus verður sett á barnaøkið og góða barnalívið í breiðum týdningi. Seinasta ráðstevnan var kallað “Við at gera nakað nú, vinna vit í longdini.” Boðskapurin var at tað loysti seg bæði fíggjarliga og menniskjaliga at seta skjótt inn við fyribyrgjandi arbeiði, tá tørvur er á tí.

- Boðskapurin á hesi ráðstevnuni er nakað tann sami: Geva vit børnunum góðar karmar á dagstovnum og í frítíðini annars, so eru sannlíkindini fyri einari góðari skúlagongd og trivnaði seinni lívinum nógv betri. 

- Hetta hava vit ríkt høvi at fáa íblástur til í dag. Fyrilestrarhaldararnar í dag eru ymiskt háttaðir - bæði eldsálir við ítøkiligum royndum á barnaøkinum og eisini serfrøðingar og granskarar. Við hesum samla vit viðkomandi aktørar fyri at fáa í ljósmála nýggjar møguleikar at røkka okkara máli um, at øll børn skulu uppliva tryggleika, gleði og læra so nógv sum til ber.

- Men avbjóðingarnar eru stórar á vælferðarøkinum yvirhøvur. Tað mangla starvsfólk á øllum økjum og hetta er ein trupulleiki sum vit sum politikarar og samfelag mugu taka í størsta álvara. Og her verður arbeitt og hugsað nógv í hesum døgum,  bæði á lands- og kommunustigi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.