Lurta
Tíðindi - 26. apríl 2022

Bátafelagið skapar eitt serligt huglag í Vágsbotni

Leygarkvøldið var hátíðarløta í Bátafelagnum niðri í Vágsbotni, har Kári Johansen, býráðslimur, helt røðu. Hann helt tað vera hugaligt at síggja, at so mong vóru komin saman, nú staðfestast skuldi, at várið og ljósið eru í ferð við at vinna á vetrinum og myrkrinum.

- Vit gera klárt til summarið og ta ljósu tíðina, og sum umstøðurnar eru blivnar her niðri nú, er lív í tað mesta av árinum – og í øllum førum frá nú og árið út.

- Í dag er mjáflaggahúning, og tað merkir, at luft kemur aftur í seglini, at motorarnir aftur fara at hurra í dámligari takt og at kjølur aftur brýtur báru.

- Ja, ikki sørt, at hetta afturvendandi tiltak fær hugin at reika aftur til yrkingina um áttamannafarið, sum Mikkjal á Ryggi yrkti við sorgblíðum tóna fyri meira enn 100 árum síðani:

“Frá rakkanum reinhvítt sum brimið á lógv

sást seglið í loti at dúka,

í logn løgdu reystmenni árar í sjógv,

og skjótur hann fram mundi strúka.”

- Fyri føroyingin hevur tað nógv at siga, at hann sleppur at flóta, tí tá er hann frælsari enn nakrantíð.

- Vit eru umgird av havinum, so tí er heldur einki natúrligari hjá okkum, enn hugurin at leita út á hav.

* * *

- At tað er so hugnaligt í Vágsbotni, sum tað er, við bæði fólki og bátum, er ikki minst øllum tykkum í Bátafelagnum og í hesum livandi bátaumhvørvinum fyri at takka.

- Tit eru við til at skapa eitt serligt huglag og gera okkum øll í góðum hýri, tí siglandi fólk eru ofta merkt av eini smittandi gleði.

- Vit sum kommuna royna eftir førimuni at vera viðspælari, og vit kunnu júst nú fegnast um, at báta- og gongubrúgvin, ið byrjaði inni í krókinum í Vágsbotni, nú heldur fram.

- Brúgvin, ið hevur verið sera væl móttikin, ger tað lættari hjá teimum, sum eru til gongu, tí nú kunnu tey ganga fyri seg úti á brúnni, uttan at skula hugsa um bilar og súkklur.

- Tá ið hon er liðug, gongur báta- og gongubrúgvin so langt út sum Norðlýsið plagar at liggja, og har fær hon aftur sítt fasta pláss við egnum pullarti, tá ið brúgvin er liðug.

- Eisini verður sølutorgið endurnýggjað og ment, so tað skal líva betur hjá teimum, ið bjóða fram góðan føroyskan mat – ikki minst úr sjónum – og teimum, ið keypa.

* * *

- Vit politikarar tosa ofta um, at okkara uppgáva er at skapa karmarnar, og so er tað upp til borgarar og brúkarar at útfylla hesar karmar.

- Tí fegnast vit um, at arbeiðið at gera nýggja smábátahavn í Álakeri er í gongd, so hon kann verða tikin í brúk í summar.

- Eisini har fæst eitt fantastiskt umhvørvi við bátabrúgvum og plássi til enn fleiri bátar, tí tørvurin er ovurhonds stórur á bátaplássum.

- Tað er stúvstappað allastaðni, so vónandi kemur henda nýggja smábátahavnin at lætta um og geva fleiri møguleikan – enntá við bestu umstøðum sum drátti og krana, so lætt er at taka bátarnar upp.

- Eisini fær Knørrur langt um leingi sítt egna neyst har, umframt at Havnar Róðrarfelag fer at byggja út, so í Álakeri verða bestu umstøður til tjóðarítróttin og eitt umhvørvi til kappróðurin burturav.

* * *

- Fram við sjóvarmálanum royna vit á besta hátt at leggja soleiðis til rættis, at hvør metur kann brúkast til at skapa eitt gott og sosialt umhvørvi, ið viðkemur okkum øllum.

- Tað hava tit í Bátafelagnum dugað serstakliga væl, og mangur man leingjast aftur til bryggjuhugna og bryggjudans, sum korona fekk forðað fyri, men sum tit vónandi taka uppaftur.

- Síggi, at bátahugni skal vera her í Vágsbotni fyrst í juli mánaði, og tað er at fegnast um.

- Her er eitt livandi umhvørvi, ið bæði bátaeigarar og onnur kunnu njóta gott av, og ikki minst er hugaligt at síggja, at café-mentanin stórtrívist og riggar væl, samstundis sum hon dregur fólk til sín.

- Sjálvt húsið hjá Bátafelagnum er við til at seta lív í, og bara løtan leygarmorgun og út á seinnapart leygardag, tá ið fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein drekkamunn við práti afturvið, er nógv verd.

- Reyp hoyrir slíkum løtum til, og tað er gott afturat, tá ið sosiala samveran er í hásæti og øll kunnu kenna seg vælkomin – óansæð, um tey eiga bát ella ikki, tí her er vítt til veggja og høgt til lofts.

- Hvør í sínum lagi hava tit gjørt tykkum út til eitt gott summar og eitt gott ár, har ið tað vónandi gevast nógvar góðveðursløtur, so farast kann á flot og ein túr við bátinum.

- Tað nýtist ikki at vera sigling um øll heimsins høv, men kanska bara ein túrur út í fjørðin, so kenna vit saltrákan og merkja sjógvin so vaggandi bera okkum fram.

- Eg vil við hesum fáu orðum takka fyri høvið at bera fram eina heilsan, og so vil eg annars ynskja tykkum bátafólkum og tykkum, sum hava lýtt á, eitt gott summar og eitt gott ár at sigla í, segði Kári Johansen at enda.