Lurta
Tíðindi - 20. mai 2022

Borgarstjórin setti ráðstevnuna "Vitan, vinnan og visjón"

20Mai22 84A3119
20Mai22 84A3172 20Mai22 84A3143 20Mai22 84A3201 20Mai22 B3A2968
1 / 5

Borgarstjórin takkaði Hugskotinum og Fróðskaparsetrinum fyri at skipa fyri ráðstevnuni, sum varpaði ljós á spurningin um, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini - í Føroyum.

Í røðuni vísti borgastjórin á, at kommunan ynskir, at tað eru nógvir útbúgvingarmøguleikar og eitt altjóða granskingarumhvørvið í høvuðsstaðnum.

Heðin Mortensen segði m.a. eisini, at Tórshavn er universitetsbýur Føroya, og tað er ein sjálvfylgja, at eitt av heimsins minstu universitetum liggur í einum av minstu høvuðsstøðum í heiminum. Hann vísti eisini á, at tað er ikki heilt lítið, sum kemur burturúr hesum lítla- og tó so stóra universitet.

Uppgávan hjá kommununi er at skapa góðar karmar fyri vinnulívið og fyri gransking sum til ber.

Tað er ikki uppgávan hjá kommununi at granska ella at reka vinnulív, men vit hava so sanniliga tørv á at fáa íblástur og vitan um tey stóru øki, vit umsita hvønn dag, segði Heðin Mortensen m.a. í røðuni.

Í  2015 skrivaðu Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya undir eina samstarvsavtalu við tí endamáli at menna og skipa samstarvið millum partarnir við støði í visjónini hjá kommununi og endamálinum hjá Setrinum.

Tórshavnar kommuna var á fyrsta sinni í 2019 við at til fíggja eina Ph-d verkætlan á Setrinum, og kommunan er enn partur av hesi Ph.d. verkætlan.

Borgarstjórin segði, at kanska tíðin er komin til, at endurskoða avtaluna og at ítøkilig mál verða sett fyri, hvørjar verkætlanir, samstarvast kann um í framtíðini.

Kommunan arbeiðir miðvíst við at menna Havnina sum ráðstevnubý, og seinastu vikurnar hava fleiri altjóða ráðstevnir verið í Havn.

Borgarstjórin nýtti høvið til at vísa á týdningin av, at vit í Føroyum kunnu fáa gagn av teirri vitan, sum granskarar frá øllum heiminum koma við til Føroyar. Samstundis rósti hann fyriskiparunum fyri  ráðstevnuskránna, sum var ein góð blanding av umboðum frá føroyska granskingarumhvørvinum og vinnulívinum í Føroyum.

Borgarstjórin endaði røðuna soleiðis: "At sameina gransking, vinnulív og samfelagið  – er ikki altíð heilt einfalt, men tað er neyðugt, at vit byggja brýr heldur enn at halda fast í múrunum.

Eg gleði meg at hoyra, hvussu føroyskar fyritøkur og vinnurekandi brúka gransking í teirra dagliga virksemi, og hvussu granskarar brúka gransking í vinnulívinum.

Eg vóni eisini, at vit í dag fáa nøkur góð boð uppá, hvussu vit byggja brýr millum tykkum, sum granska, tykkum sum reka vinnulív og okkum politikarar og samfelagið sum heild."