Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 27. oktober 2021

Brævatkvøður til kirkjuráðsval í Snarskivuni

Argja Kirkja

Týsdagin 2. november 2021 er kirkjuráðsval.

Veljarar, ið ynskja at greiða brævatkvøðu í Tórshavnar kommunu, kunnu gera tað í Snarskivuni á Vaglinum til og við mánadagin 1. november kl. 16. Minnist til at hava valkortið við.

Snarskivan er opin mánadag til hósdag kl. 9-16 og fríggjadag kl. 9-15.