Til lesiveik
Tíðindi - 19. januar 2021
Broytt parkering við Svimjihøllina
Nú arbeiðið at grava av til langhylin er byrjað, er parkeringin í økinum umskipað.
Til ber at seta bilin á økjunum, sum á myndini vísa »P«. Eitt nú ber til at parkera á stóra parkeringsøkinum við Skipara Hansens stein millum Høllina á Hálsi og R.C. Effersøes gøtu.
Tað er koyrandi oman til FIMI og í HB- og B36-skýlið, men tað ber ikki til at seta bilin framvið vegnum, sum vanligt er.