Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. oktober 2021

Bryggjukanturin breiðkast 60 metrar aftrat

Arbeiðið at breiðka bryggjukantin 35 m frá Vágsbotni og suðureftir, varð liðugt í summar. Alt strekkið, frá krókinum og út á endan á tí gamla bryggjukantinum, er tilsamans 94 m, sum merkir, at um allur bryggjukanturin skal breiðkast, mangla tað um 60 metrar í.

Býarskipanarliga verður mett best, um bryggjukanturin verður longdur heilt út til verandi træbrúgvar longur suðuri, soleiðis at teinurin kann upplivast sum ein heild.

Samskift hevur verið við entreprenørin, P/F Articon, sum gjørdi tann fyrra partin  av bryggjukantinum frá Vágsbotni og suðureftir, sum var liðugur áðrenn ólavsøku. Bryggjukanturin verður longdur við 60 metrum og hampað verður eisini um sølutorgið.

Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til eitt uppskot um at játta 7 miljónir til alt arbeiðið. Talan er um eina eykajáttan, sum krevur tvær viðgerðir. Verður málið samtykt skal arbeiðið verða liðugt til ólavsøku.