Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 21. oktober 2021

Bussleiðin gevst at koyra fríggjakvøldið vegna sperring av J. Paturssonar gøtu

Køkubrekkan stongd sept 21_web_RD

Í sambandi við asfaltarbeiði og sperring av Jóannesar Paturssonar gøtu fríggjakvøldið 22. oktober, gevast allar leiðir hjá Bussleiðini at koyra frá fríggjakvøldinum 22. oktober kl. 18 til leygarmorgunin 23. oktober kl. 06.

Brekkan í Jóannesar Paturssonar gøtu er stongd fyri allari ferðslu, meðan arbeiðið fer fram.