Lurta
Tíðindi - 28. september 2022

Býráðsfundur í morgin, hósdagin kl 16

Eitt av stóru málunum, sum kemur fyri í morgin, er prinsippavtala millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um at fara undir tilgongdina at menna nýtt kampus á Frælsinum, og at kommunan fær ræði á Sjóvinnuhúsinum og ognunum í Hoydølum.

Onnur mál eru eitt nú fimleikahøll til skúlan í Kaldbak, vinnuútstykking á Ovara Hjalla, broyting av byggisamtykt fyri Tórsgøtu/Sverrisgøtu, bátahylar í Álakeri, við Sjógv og í Kaldbaksbotni, og grundøki til bátahøll hjá Havnar Róðrarfelag.

Og so kemur fíggjarætlanin fyri 2023 eisini fyri – hon skal sambært kommunulógini leggjast fram innan 1. oktober.

Býráðsfundurin byrjar kl. 16 og verður stroymdur.