Lurta
Tíðindi - 20. oktober 2021

Dagstovnurin við Landavegin eitur nú Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Í dag var móttøka í samband við at Dagstovnurin á Landavegnum broytir navn til "Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus". Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini, vóru við til hátíðarhaldið, og fingu teir heiðurin, at avdúka nýggja stovnsnavnið, nýggja búmerki og nýggju nøvnini á stovunum.

Nógv fólk var komið saman til hesa hátíðarløtuna, og bæði starvsfólk, foreldur og børn vóru spent. Hátíðarhaldið byrjaði við at Jens Marni Hansen sang, og harnæst bjóðaði Steinbjørn Viggoson Olsen stovnsleiðari vælkomin, til navnaskiftið og hugnaløtuna hjá dagstovninum.

Síðani var borgarstjórin Heðin Mortensen boðin at siga nøkur orð. Í røðu síni legði Heðin Mortensen fyri við at lýsa, hvussu vakurt og væl Hans Andrias Djurhuus kundi yrkja, eitt nú í flaggsanginum:

"Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,

síggi brim randa strendur og berg

So mergjað og vakurt yrkti Hans Andrias Djurhuus til Merkið longu fyri meira enn 100 árum síðan. Í dag veittrar Merkið við Dagsstovnin við Landavegin.

So ótrúligt tað enn ljóðar, so er hetta seinastu ferð, at vit kunnu bjóða tykkum vælkomin higar á Dagsstovnin við Landavegin.

Stovnurin fer kortini ongan veg - men í dag broytir stovnurin navn. Orsøkin er, at í dag liggur stovnurin slett ikki við Landavegin, tí vegurin her uttanfyri hevur fingið nýtt navn.

Dagstovnurin við Landavegin er, sum øll her vita, ein stovnur undir Tórshavnar kommunu, sum lat upp 8. oktober 2004, t.v.s. fyri 17 árum síðan.

Stovnurin er fyri børn í aldrinum 0 til 7 ár, her eru tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur, umframt ein stova fyri børn við immunverjusjúkum.

Hetta er ein fyrimyndarligur stovnur, har øll, sum eru her dagliga, foreldur, børn og starvsfólk kenna seg væl, har virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum altíð er í hásæti.

Sum øll vita, so eitur gøtan her framvið stovninum Hans Andriasar gøta. Hetta er okkara nýggi skúlavegur. Eitt sambindingarlið millum allar undirvísingar- og mentanarstovnarnar her millum Landavegin og Marknagilsvegin.

Eitt ógvuliga hóskandi navn, tí Hans Andrias Djurhuus var ikki bara lærari – hann varð kallaður “Føroya kærasta fólkaskald”. Hann var ein barnsins og fólksins vinur.

Hvør kennir ikki sangir sum “Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur”, “Vit kunnu øll at renna dyst”, “Másin sigur pli, pli, pli”, og ikki minst “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti”.

Alt dýrgripir, ið hava eins stórt virði í dag, sum fyri eini øld síðan.

Hansara káti yrkingarháttur hevði sín uppruna í dagligum strevi og barnsins leiki, og alt verður lýst við stórari gleði. Føroysk børn hava fingið og fáa enn innlit í hansara verk, tí enn verða tey dúgliga brúkt í skúlunum.

Christian Matras segði um Hans Andrias, at hann er ein av fáum yrkjarum, sum hava dugað at yrkt og skrivað fyri børn, soleiðis, at orðini av sær sjálvum fáa barnsins huga á flog.

Og eg kann nevna fyri tykkum, at tá Kringvarpið fyri trimum árum síðan fór at kanna, hvør sangur var tann best umtókti millum børn – so var tað mín sann “Dukka mín er blá”, sum Hans Andrias yrkti fyri 100 árum síðan.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so eigur Hans Andrias Djurhuus ikki færri enn 80 sangir í Føroya Fólks Sangbók. Hans Andrias skrivaði eisini sjónleikir, m.a. tí varð standmynd reist av honum uppi við Hans Andriasar Hús við Sjónleikarhúsið.

Sum sagt liggur stovnurin í dag við Hans Andriasargøtu. Og tá vit nú eru samd um, hvussu nógv varðandi virði Hans Andrias skapti fyri børnini, so er ikki meira enn rímiligt, at vit eisini uppkalla stovnin eftir honum.

Eg kann nevna, at Mentamálanevndin samtykti navnabroytingina áðrenn summarfrítíðina.

Í sálminum “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti” kemur Hans Andrias við góðum ráðum, vit øll kunnu taka til okkum ein dag sum hendan, bæði børn og vaksin:

Hýs í hjarta tínum bert tí góða,

Gloym tað ónda, ið vil sára teg,

Tá so fagrir sangir skulu ljóða

Fyri tær á øllum tínum veg

Og Hans Andriasar føgru sangir fara at fylgja okkum alt lívið – eisini á hesum stovninum.

Hjartaliga tillukku øll somul og bestu eydnu við stovninum."

 

Eftir røðuna hjá borgarstjóranum, fekk Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, høvið til at halda røðu, áðrenn hann avdúkaði nýggju nøvnini á teimum einstøku stovunum:

"Góðu tit øll, stór sum smá,

vit kenna øll stóra skaldið úr Áarstovu heima í Havn, Hans Andrias Djurhuus. Tá leiðarin her á staðnum, Steinbjørn Viggoson Olsen, heitti á mentamálanevndina um at navngeva dagstovnin Hans Andrias Djurhuus, varð tað samd nevnd, sum tók undir við tí.

Hetta er eisini so sjálvsagt, nú dagstovnurin hevur bústað her á Hans Andriasar gøtu.

Men ikki bert tí. Og tað er tí sera gott og til stórt rós, at Steinbjørn, sum eins og pápi hansara sjálvur hevur skaldagávur, hevur tikið stig til nýggja navnið.

Mest umráðandi er, at við hesum verður barnaskaldið Hans Andrias ein livandi partur av stovnssamleikanum og tí námsfrøðiliga arbeiðinum her á staðnum, sum heilt víst verður til fyrimyndar fyri onnur.

Tí skaldskapur Hans Andriasar er ríkt og fjølbroytt kelduvað til týdningarmikla arbeiðið við barnsins menning. Her er ævintýr, gerandislív í náttúruni, barnaspæl, sjónleikur, trúgv og hugflog uttan mørk.

Ja, góðu børn – við Hans Andriasi kunnu tit ferðast heilt til Kongaríkið í Bábylon, har ein vøkur prinsessa og ein ríkur kongur býr. Í øðrum sangi hoyra vit um lítla beiggjan, sum ikki má gráta og tí fær látupípu úr sóljukoppi. Eisini syngja vit um firvaldin í góðum lag, sum var so forelskaður í eini flugu. Og ikki minst kenna tit øll børn Gakk tú tryggur fram í góðum treysti, har ljósir einglar fylgja tær – eisini tað hevur Hans Andrias yrkt og søgur hevur hann skrivað fleiri.

Jú, við hugtakandi skaldaheiminum hjá Hans Andriasi Djurhuus er ovmikið av tilfarið, sum gevur børnunum gott í beinið. Og tey vaksnu kunnu eisini fáa íblástur og minnast aftur á egin barnaár, tá tey sungu vøkru sangirnar hjá Hans Andriasi.

Góðu tit øll – eg fegnist um, at Hans Andrias ikki bert hevur fingið eitt gøtunavn her í stóra skúlaøkinum á Fløtum, men nú eisini leggur navn til henda dagstovnin.

Hjartaliga til lukku við nýggja navninum - Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus, og bestu eydnu við víðari arbeiðinum her á staðnum.

Takk fyri."

 

Eftir røðuna avdúkaði Annfinn Brekkstein nýggju stovu-nøvnini á dagstovninum. Og vóru allar stovurnar navngivnar við íblástri úr kendum barnarímum og sangum eftir Hans Andrias Djurhuus:

Snjósóljan broytir navn til “Marinarstova” (Lítla Marin fekk frá mammu síni)

Gullsóljan broytir navn til “Klæmintsstova” (Veturin kom við kulda og kava)

Tjarnarsóljan broytir navn til “Elsustova” (Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku)

Dreymsóljan broytir navn til “Onnustova” (Drívur døgg um døkka grund)

Sóljan broytir navn til “Glæman” (Meg minnist eina mynd)

Miðrúmið eitur framyvir "Bábylon" (Kongaríki í Bábylon)

Og starvsfólkarúmið eitur "Áarstova", uppkallað eftir barnaheiminum hjá Hans Andriasi.

 

Sum tað seinasta á skranni, kundi Heðin Mortensen borgarstjóri avdúka nýggja búmerkið og nýggja navnið hjá Dagstovninum. Og børnini vóru, sum vera man, øgiliga spent. Tað er Sasho Bjartsson sum hevur sniðgivið vakra nýggja búmerkið hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus.