Tíðindi - 29. august 2025
Deyð trø verða feld

Seinastu dagarnar hevur ferðslan í miðbýnum verið órógvað, tí trøini í býnum verða røkt og skorin. Í summum førum er eisini neyðugt at fella trøini, tí tey eru deyð og til vanda fyri ferðsluna.
Í dag verða sjey roynitrø beint yvir av gamla kirkjugarði á Svínaryggi feld. Sum myndin vísir, eru trøini deyð.
Fyritøkan Henrik Ravn Træpleje hevur seinastu vikuna arbeitt við ábótum og viðlíkahaldi av trøunum í miðbýnum. Áðrenn hetta var eitt skrásetingararbeiði gjørt í samráð við Skógrøktina, har tað varð avgjørt, hvørji trø skulu skerast ella fellast.
Dentur verður lagdur á at varðveita trøini so leingi sum gjørligt, men veik og deyð trø kunnu vera til vanda fyri bæði fólk, hús og bilar, og tá kann einasta loysnin vera at taka trøini burtur.

