Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 14. januar 2021

Eingin smitta á Boðanesheiminum

Starvsfólk og búfólk á deildini á Boðanesheiminum, har eitt starvsfólk týskvøldið í farnu viku fekk staðfest koronu tveir dagar eftir, at viðkomandi hevði verið til arbeiðis, eru øll kannað fyri koronu hvønn dag í farnu viku og aftur í gjár. Allar kanningarnar staðfesta, at eingin er smittaður á deildini.

Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk arbeiðir, hava verið í sóttarhaldi, og deildin hevur verið stongd fyri vitjandi.

Deildin er í morgun latin uppaftur, og gerandisdagurin kann aftur vera sum vanligt við teimum koronutilráðingum, sum annars eru.

Avvarðandi kunnu nú aftur vitja síni á deildini.