Tíðindi - 12. september 2022
Einvegis ferðsla omaneftir Niels Finsensgøtu frá týsdegnum 13. september
Týsdagin 13. september 2022 fer verkætlanin at leggja á millum Løgtingið og Ráðhúsið í gongd, og í hesum sambandi verður ferðslan løgd um. Framyvir verður ferðslan eftir Niels Finsensgøtu einvegis omaneftir frá Sverrisgøtu til Mylnugøtu.
Hetta merkir, at tað ikki longur verður møguligt at koyra niðan á Vaglið eftir Niels Finsensgøtu frá Mylnugøtu og Áarvegnum.
Skalt tú koyra eftir Niels Finsensgøtu á strekkinum millum Sverrisgøtu og Mylnugøtu ella til parkeringsøkið á Vaglinum, mást tú koyra niðan eftir Tinghúsvegnum og síðan oman eftir Sverrisgøtu til Niels Finsensgøtu.
Ferðsluviðurskiftini annars eru óbroytt í økinum. Kommunan heitir í hesum sambandi á øll um at vísa serligt varsemi, nú broytingin verður sett í verk.