Lurta
Tíðindi - 03. juni 2021

Endiliga er avtalan um innkomuvegin undirskrivað

Nú er endiliga funnin loysn á málinum um innkomuvegin. Innkomuvegurin fer at lætta um ferðslutrýstið inn í Havnina og í Havnini. Haraftrat fer innkomuvegurin at skapar góðar møguleikar at menna býin við nýggjum útstykkingum, bæði til bústaðir og vinnu.

Eftir drúgvar samráðingar varð avtala nú á middegi endiliga undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn, tann sokallaða innkomuvegin.

Trýstið á veganetið í Havn er vaksið og serliga týdningarmikið er at skipa innkomuna til Havnar soleiðis, at ferðslan glíður trygt, lætt og væl. Hetta verður nú gjørt við einum innkomuvegi við fleiri frákoyringum.

Hetta fer ikki einans at lætta trýstið á Hvítanesvegin/Eystara Ringveg, men av tí at øll ferðslan til vesturbýin og ferðslan til eitt nú Gomlurætt fer omanfyri býin, lættir tað trýstið á allar trongarnar, ið nú eru eitt nú í Óluvugøtu, á Sundsvegnum, rundkoyringini á Hálsi og á Villingardalsvegnum.

Í avtaluni verður m.a. sagt, at byrjað verður við at gera eina rundkoyring við fýra greinum, frákoyringum, oman fyri Sandvíkarhjalla. Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk.

Vegurin gongur frá rundkoyringini og yvir til eina rundkoyring við Villingadalsvegin og Sundsvegin. Herímillum eru fleiri íbindingar. Frá Villingardalsvegnum verður ein tunnil gjørdur til Hotel Føroyar.

Har, sum tunnilin kemur út, verður ein rundkoyring gjørd við fýra greinum, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá einari grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin.

Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til Sandoyarleiðina.

Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur. Ætlanin er at bjóða verkætlanina út beinanvegin. Verkætlanin er mett at kosta 288 milliónir krónur.

Tórshavnar kommuna ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum. Stuðulin frá landinum til verkætlanina verður tilsamans í mesta lagi 110 mió. kr., sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.

Lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku og fyri býráðið á komandi býráðsfundi.

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð

Mi n i s t r y  o f  F i n a n c e

Tinganes, hin 3. juni 2021

Málsnr.:21/06890

Avtala millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn

Lýsing av verkætlanini (bókstavir í klombrum vísa til kort í fylgiskjalinum):

Byrjað verður við at gera eina rundkoyring við fýra greinum, frákoyringum, oman fyri Sandvíkarhjalla (C). Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk. (C) Vegurin gongur frá rundkoyringini og yvir til eina rundkoyring við Villingadalsvegin/Sundsvegin (E). Ímillum C og E eru tríggjar íbindingar, sum verða nevndar C1, C2 og C3 og frá (E) verður ein tunnil gjørdur til Hotel Føroyar (F).

Har, sum tunnilin kemur út verður ein rundkoyring gjørd við fýra greinum, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá einari grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin. Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, ímeðan tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til Sandoyarleiðina.

Verkætlanin verður væntandi liðug í 2025.

Kommunalur vegur: Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur.

Kostnaður:

Verkætlanin er mett at kosta 288 milliónir krónur. Tá er rundkoyringin, sum Tunnilsfelagið (B-C) skal rinda, og strekkið millum Kaldbaksveg og Skarðshjalla (A-C) ikki íroknað.

Tórshavnar kommuna ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum. Stuðulin frá landinum til verkætlanina verður tilsamans í mesta lagi 110 mió. kr., sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.

Í 2020 vórðu bert brúktar 480 t.kr. av játtanini. Játtanin fyri 2021 er 10 mió. kr., men tøka játtanin er 22,6 mió. kr., tí 12,6 mió. kr. vórðu fluttar fram frá undanfarnu árum av óbrúktari játtan. Eftir ætlan verða 10 mió. kr. játtaðar í 2022, 21 mió. kr. í 2023, 30 mió. kr. í 2024 og 26,4 mió. kr í 2025.

Treytir:

  • Stuðulin er treytaður av, at arbeiðið við nýggja uttara ringvegnum verður framt í sama mun, sum stuðul verður goldin út.
  • Nýggi uttari ringvegur skal lúka krøv til ferðslutrygd og vera atkomuligur fyri ferðslu til og frá meginøkinum. Hetta er tó ikki galdandi í tíðarskeiðum, tá vegarbeiði og tílíkt verður gjørt.
  • Alt vegastrekkið skal haldast frítt fyri forðingar, sum t.d. ferðslubungur, soleiðis at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan verður tarnað minst møguligt.
  • Nýggjar íbindingar í nýggja uttara ringveg kunnu bert gerast til vegir, sum eru ætlaðir til bilferðslu; ikki til atkomu til bygningar og tílíkt. Er neyðugt at gera nýggja íbinding til annað enn ein veg, sum bara er ætlaður bilferðslu, skulu hesar fyriskipast soleiðis, at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan verður tarnað minst møguligt.
  • Útgoldin stuðul kann verða kravdur afturgoldin, um treytirnar ikki verða hildnar. Útgoldin stuðul kann tó ikki verða kravdur afturgoldin, tá løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn er farin úr gildi.
  • Fíggjarmálaráðið kann tinglýsa hesa avtalu á matrikkulin, tá nýggi uttari ringvegurin er liðugur.

Alt arbeiðið, herundir alt verklagsarbeiðið, allar forkanningar, lendið og annað tilfar, ið Landsverk hevur framleitt ella ognað sær í sambandi við hesa verkætlanina, verður uttan viðurlag latið Tórshavnar kommunu.

Avtalan er treytað av, at Løgtingið samtykkir uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn, og at Tórshavnar kommuna samtykkir og fremur verkætlanina sambært ásetingum í løgtingslógini og sambært hesi avtalu.

Tórshavn, hin 3. juni 2021

Fíggjarmálaráðið

Tórshavnar kommuna

Jørgen Niclasen

Heðin Mortensen

landsstýrismaður

Borgarstjóri

Tróndur Sigurðsson

formaður í teknisku nevnd