Lurta
Tíðindi - 03. desember 2021

Er saltkassin tómur?

Saltkassi 2021 web_RD

Kommunan hevur 597 saltkassar standandi í grannaløgunum í kommununi, sum tú kanst taka av, tá tørvur er á tí.

Er saltkassin í tínum grannalagi tómur, kanst tú brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi, so syrgir Vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri at fylla kassan upp aftur.

Ivast tú í, hvar saltkassin stendur í tínum grannalagi, kanst tú finna hann á kortinum niðanfyri. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør kassi er tættast við.

Preia kommununa