Lurta
Tíðindi - 07. november 2023

Eyka býráðsfundur hósdagin

Býráðið

Tórshavnar býráð hevur eyka býráðsfund hósdagin 9.november 2023 klokkan 16.

Eitt mál er á skrá. Tað er onnur viðgerð av málinum um innkomuveg.

Málið skal hava tvær viðgerðir. Fyrra viðgerð var á býráðsfundinum 26.oktober. Málið varð tá einmælt samtykt.

Býráðsfundurin hósdagin byrjar klokkan 16.