Lurta
Tíðindi - 24. februar 2021

Fara at lata Havnará uppaftur

Politiskt verður trivnaðurin í miðbýnum nógv viðgjørdur. Eitt av ynskjunum er at lata Havnará uppaftur á strekkinum frá Betri banka og oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum. At lata Havnará upp aftur er eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt býarrúm, hvørs líki annars ikki finst í miðbýnum longur.

Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan. Upprunaliga gekk Havnará frá Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin oman á Kongabrúnna.

Mesta av ánni er í dag undir jørð og verður helst ongantíð latin uppaftur, serliga við atliti at kloakkskipan, núverandi virksemið omaná lokinum o.s.fr. Í fyrstu atløgu verður mett ráðiligt at lata partin av ánni upp frá Betri Banka og oman á Vaglið.

Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til eitt tilmæli, har mælt verður til at seta eina millión av til endamálið. Umsitingin fer undir at lýsa verkætlanina og gera neyðugar kanningar, eins og umsitingin fær heimild at bjóða partar av verkætlanini út.

Bæði byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd og fíggjarnevndin taka undir við tilmælinum, sum verður lagt fyri býráðið hóskvøldið.

Skitsumynd