Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 21. oktober 2021

Felagsstarvsfólkafundur um barnaáskoðan, javnstøðu, fólkaræði og inklusjón

 

Í gjárkvøldið skipaði eind B á Barna- og ungdómsøkinum fyri felags-starvsfólkafundi, har starvsfólk og leiðarar lýddu á fyrilestrar. Endamálið er at varpa ljós á stevnumið og námsætlanar-arbeiðið hjá stovnunum í Tórshavnar Kommunu.

Tiltakið er ein liður í, at stovnar í eind B varpa ljós á stevnumið og námsætlanararbeiðið hjá stovnunum, og útgangsstøðið verður tikið í dagførda frymlinum, sum er gjørdur fyri Barna- og ungdóms økið í Tórshavnar Kommunu.

Nýggju tættirnir snúgva seg um barnsins rættindi, okkara egnu barnaáskoðan og virðisgrundarlagið undir námsfrøðiliga virkseminum á dagstovnunum.

Fakliga tiltakið varð hildið í bygninginum á Fløtum, og er tiltakið tað fyrsta av sínum slag í eind B. 

Í hesum sambandi hevði eind B fingið tríggar fyrilestrarhaldarar: Hildur Patursson, Sonja Olsen og Yvonna Johansen, sum hvør hevði sítt upplegg, ið snúði seg um barnarættindi, inklusión, javnstøðu og kynsmedvit í barnahædd.

Tiltakið var væleydnað og framhaldandi fara starvsfólk og leiðarar at arbeiða við reflektións-spurningunum innan teir fýra nýggju tættirnar – barnaáskoðan, javnstøða, fólkaræði og inklusjón.

Í eind B eru uml. 200 starvsfólk og 9 leiðarar, sum dagliga útinna námsfrøðiliga virksemið, so at uml. 600 børn og 200 ung skulu trívast og mennast væl.