Tíðindi - 23. juni 2022
Ferðsluavmarkingar í Vágsbotni 23. til 25. juni
Í sambandi við fyrireiking til tiltakið Voxbotn, verður ferðslan í Vágsbotni avmarkað soleiðis frá hósdegnum 23. juni kl. 12 til leygardagin 25. juni kl. 12:
- Eingin koyring er frá Bøgøtu og Vágsbotni eftir Mylnugøtu niðan á Vaglið
- Frá Tórsgøtu og Bryggjubakka er ferðslan einvegis niðan eftir Mylnugøtu