Lurta
Tíðindi - 11. november 2022

Ferðslubroytingar í Janusargøtu

Ferðslubroytingar eru gjørdar í Janusargøtu fyri at avmarka bilrøðirnar frá sunnara avsetingarplássi við Glasir og niðan til Marknagilsvegin.

Leiðin til at seta fólk av á sunnara avsetingarplássi við Glasir er framyvir smidligast, um koyrt verður eftir Hans Andriasar gøtu og síðan eftir Janusargøtu norðureftir.

Vit mæla tó bilførarum til at brúka norðara avsetingarplássið meira, tí har er ferðslutrýstið ikki so stórt.