Lurta
Tíðindi - 30. november 2022

Ferðsluteljingar á Hálsi frá 5. desember 2022 til 5. januar 2023

Kommunan fer í tíðarskeiðnum 5. desember 2022 til 5. januar 2023 at gera ferðsluteljingar við rundkoyringina á Hálsi. Teljingarnar fevna um vegamótini Eystari- og Vestari Ringvegur og R.C. Effersøes gøta.

Ferðsluteljingin fer fram við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er tó ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing. Øll upptøka verður strikað aftan á 0,2-0,4 sek, tá ið upptøkurnar eru vorðnar til dulnevnd hagtøl. Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.