Lurta
Tíðindi - 16. februar 2023

Ferðsluteljingar við parkeringsplássið í Tórsgøtu

Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.