Lurta
Tíðindi - 01. juli 2022

Fiskaplássið Yviri við Strond latið upp

Í morgun lat gamla fiskaplássið Yviri við Strond upp fyri almenninginum. Fiskaplássið, sum Johannes í Stórustovu virkaði á, er helst einasta heila fiskapláss, sum eftir er í Havnini, og nú er tað gjørt atkomuligt fyri øllum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði á lítlari samkomu við fiskastykkið í morgun, at tað gleddi hann hvørja ferð, tá eitthvørt varð avdúkað, sum vísir, at vit gera ein veruligan innsats at varðveita okkara søgu, serliga okkara maritimu søgu. 

Abbasonurin Hermann í Stórustovu og borgarstjórin Heðin Mortensen klippa snórin.


Málið um varðveitslu av hesum øki er 30 ára gamalt. Tá reisti Heðin Mortensen sum býráðslimur málið í býráðnum og býargartnarin Tóri í Hoyvík skrásetti síðan økið og gjørdi ítøkiliga ætlan fyri at varðveita stykkið.

Longu tá kom eisini tankin fram, um at skipa eitt frílendi líka frá Eystfalsskeri og inn á Boðanes.


Klippfiskur til Spania

Petur Háberg skrivar í bókini »Hugbirtingar« um fiskaturking í Havnini. Jóhannes í Stórustovu var skipari og lærari á Skiparaskúlanum eitt skifti, legðist á land av heilsuávum og fór at keypa fisk longu í 1919.

Hann umboðaði spanska fyritøku, sum innflutti klippfisk. Johannes bygdi pakkhús har, sum Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til í dag.

Fiskaplássið, sum Johannes í Stórustovu virkaði á, er helst einasta heila fiskapláss, sum eftir er í Havnini, og nú verður tað gjørt atkomuligt fyri øllum. 

Her úti varð fiskur hagreiddur og virkaður á plássinum og síðani fluttur til Suðurevropa. Størsti marknaðurin tá fyri klippfiski úr Føroyum, var Spania.

Fiskaplássini vóru staðsett soleiðis, at sólargangurin var góður, at vindurin turkaði fiskin væl, og so skuldi tað eisini vera lætt atkomuligt.

Steinar vórðu lagdir við ávísari frástøðu hvør til annan, so luft slapp ímillum, og á henda hátt gjørdust umstøðurnar góðar at turka fiskin, sum bleiv breiddur út á fiskastykkinum.

Her var virksemi frá seinast í 1920unum til fyrst í 1930 unum, men tað helt uppat, tá borgarakríggið var í Spania millum 1936 og 39.


Kommunalt frílendi

Síðan hevur einki virksemi verið á hesum økinum í nógv ár. Men á heysti í 2020 byrjaði kommunan arbeiðið at varðveita stykkið og gera tað atkomuligt fyri øll. 

Málið um at seta Fiskaplássið í stand varð longu reist politiskt í 1992. Tá varð økið skrásett, og ein ítøkilig ætlan varð gjørd um at hampa økið og harnæst at varðveita Fiskaplássið.

Mett varð sum nevnt frá einum frílendissjónarmiði, at alt økið átti at fatast sum ein heild.

Skamt innanfyri liggur Grønidammur, har kommunan á sama hátt royna at varðveita og endurskapa økið – tað er Bynne Lamhauge og Einar Djurhuus, ið stendur fyri at  skapa trivnað aftur í økinum.

Á sama hátt er nógv gjørt við lendisgøtur her inni við Boðanes og í dalinum. Ynskið er eisini at skipa fríøkið við Penapláss sum kommunalt frílendi við uppihaldsøki. Penapláss er eitt sera náttúruvakurt øki, ið er væl egnað til kommunalt frílendi, ið skal hava gøtur, beinkir og útsýnis- og uppihaldspláss. 

Hetta Fiskaplássið er áhugavert og hevur ein sjálvsagdan søguligan týdning. Málið varð samtykt í mentamálanevndini í 1995, men steðgaði har.

Málið varð seinni tikið uppaftur og í desember 2017 varð samtykt, at farast skuldi undir at rudda Fiskaplássið og at fáa gjørt økið til eitt uppihaldsstað, og um somu leið at geva hesum týðandi tíðarskeiði í føroyskari søgu rúmd í høvuðsstaðnum.

– Uppskotið byggir á ta meginreglu, at vit skulu virða tað søguliga og samstundis tora at laga tað til nútíðina og framtíðina. Hetta kann kveikja nýtt lív í hetta økið í býnum. Hetta arbeiðið hevur verðið samskipað við Tjóðsavnið.

– Gunnar Hoydal skrivaði longu í 1995, at »…varðveiting er annað enn og meira enn at binda fast og niðursjóða tað gamla. Fyri at kunna varðveita nakað sum livir, mugu vit alla tíðina leggja nýggja kenslu og nýtt hjarta afturat. So at eisini í framtíðini kunnu verða nýggjar og góðar søgur at siga frá. 

– Fyrsta stig í arbeiðinum, sum er ein lyft gøta gjøgnum økið, og høvdir við planting, er nú liðugt. Gøtan er skorin inn í lendið frá vegnum, og leiðir inn til innvikið, ið er eitt uppihaldsstað, ið sigur søguna um Fiskaplássið.

– At umvæla og miðla søguna um Fiskaplássið er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann lat økið upp fyri almenninginum í morgun.


Tey, ið hava staðið fyri arbeiðnum, eru:

HØVUÐSRÁÐGEVI – EYA arkitektur

HØVUÐSARBEIÐSTAKARI – Hjálpirót

SØGULIG LÝSING – Erling Isholm

SAMSTARV – Søvn Landsins

BÝARARKITEKT – Býarskipanardeildin