Til lesiveik
Tíðindi - 15. januar 2021
Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Mánadagin 18. januar 2021 byrjar grevstur fyri fjarhita á Dalavegnum.
Talan er um strekkið framvið Gamla Kirkjugarði millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu.
Arbeiðið ber í sær, at eingin gjøgnumkoyrin verður eftir Dalavegnum frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonargøtu.
Arbeiðið er fyribils mett at vara fram til apríl 2021.