Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. februar 2021

Fjølbroytt myndlist í Kollafirði

Virksemið hjá Tórshavnar Kvøldskúla røkkur eisini út á bygdirnar Kollafjørð, Kaldbak og Nólsoy.

Í vetur hevur skeið í myndlist verið hildið í skúlanum í Kollafirði. Undirvíst og málað hevur verið tíggju leygardagar. Evnið hevur verið litlæra og málningalist.

- Dentur hevur serliga verið lagdur á ymsar stílar og stíllegur í myndlistini, eitt nú impressionismu, post-impressionismu, surrealismu og Art Nouveau, sigur Harriet Poulsen, sum hevur undirvíst og lagt lag á.

Tey hava millum annað málað akryl og vatnlitsmálningar við blýanti og pensli.

Skeiðið var ætlað bæði royndum og óroyndum. Kollfirðingar hava tikið væl ímóti skeiðnum, tí undirtøkan hevur verið sera góð.

Nógv er komið av skafti og upp á løriftið. Fagurt og litríkt í fjølbroyttum skapum og motivum.

Vit lata myndirnar tala fyri seg.

Myndirnar hevur Harriet Poulsen tikið.