Lurta
Tíðindi - 22. apríl 2022

Flaggdagshald í Havn mánadagin 25. apríl

Flaggdagur Skrúðgonga4 2021_web_RD
Flaggdagur Ellisakfør3-2021_web_RD
1 / 2

Mánadagin 25. apríl verður flaggdagshald í Havn við skrúðgongu, flaggdagsrøðu, kapprenning og framsýning av ellisakførum.

Kl. 15: Skrúðgonga og flaggdagsrøða

Flaggdagshaldið byrjar sum vant við skrúðgongu og flaggdagsrøðu. Skrúðgongan byrjar klokkan 15 í Finsen. Gingið verður úr Tróndargøtu, umvegis Sjúrðargøtu og eftir Niels Finsens gøtu oman á Vaglið.

Flaggdagsrøðan verður hildin á Vaglinum aftaná skrúðgonguna. Tað er Kalpana Vijayavarathan, sum heldur flaggdagsrøðuna í ár.

Kl. 16: Flaggdagsrenningin 2022

Bragdið skipar aftur í ár fyri flaggdagsrenning. Flaggdagsrenningin 2022 er tann 36. flaggdagsrenningin. Øll eru vælkomin við - bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna.

Renningin byrjar kl. 16 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum.

Hevur tú hug til at vera við, kanst tú tekna teg á heimasíðuni hjá Bragdinum í seinasta lagi leygarkvøldið 23. apríl kl. 23. Neyðugt er ikki við tilmelding til heilsurenningina. Tú kanst lesa meira um flaggdagsrenningina á heimasíðuni hjá Bragdinum.

Tilmelding til flaggdagsrenningina 2022 (bragdid.fo)

Kunning um Flaggdagsrenningina 2022 (bragdid.fo)

Føroya Ellisakfør sýnir fram í Tórsgøtu

Fastur táttur á flaggdegnum er at uppliva vøkru ellisakførini, sum felagið Føroya Ellisakfør sýnir fram. Ellisakførini eru at síggja í Tórsgøtu og á torginum í Vágsbotni frá kl. 14.