Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 04. mai 2021

Forskúlabørn á gátt hjá borgarstjóranum

Forskulki 0
Forskulki 1 Forskulki 3 Forskulki 4 Forskulki 5
1 / 5

Í morgun vitjaðu forskúlabørn í Sankta Frans skúla á Ráðhúsinum. Børnini fingu eitt prát við borgarstjóran og høvdu eisini eina fína mappu við. Í mappuni vóru tekningar av ymiskum, sum Tórshavnar kommuna fæst við.

Forskúlabørnini høvdu serliga teknað fótbóltsvøllir og býarbussar.

Børnini fara øll í 1. flokk í summar, og tað gleða tey seg til. Lærararnir hjá forskúlabørnunum eru Gunnvá á Lava, Jóna Joensen og Saranja Hammer.