Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 11. mai 2021

Fyrilestur í Finsen um rúsevnismisnýtslu millum ung

MG 3542

Viðgerðarstovnurin Frælsi skipar saman við kommunum fyri fyrilestri kring landið. Fyrilesturin er ætlaður foreldrum, starvsfólkum á stovnum og øðrum, sum vilja beina fyri rúsevnismisnýtslu millum ung.

Mikudagin 12. mai 2021 kl. 19-20.30 verður almennur fyrilestur í Finsen í Havn.

Erling Fles, sálarfrøðingur, fer millum annað at greiða frá:

  • Hvat er rúsevnismisnýtsla?
  • Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
  • Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
  • Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
  • Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?

Høvi er eisini at seta spurningar.

Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.