Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 10. mai 2021

Gongur skjótt at taka vøllin av

7. mai byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali. Meðan arbeiðið fer fram fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin. Arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai. Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.