Lurta
Tíðindi - 26. november 2022

Grasagarður latin uppaftur

Tíðliga seinnapartin var hugnalig samkoma í Grasagarði, nú garðurin er dagførdur og letur uppaftur. Grasagarður hevur fingið nýtt andlit og verður nýttur til spæl, uppihald og gjøgnumgongd.

Borgarstjórin greiddi frá, at hetta økið fyrr var tveir vakrir urtagarðar við høgum grótlaðaðum grótgørðum uttanum. Seinni vórðu garðarnir lagdir saman, gøtur skipaðar og grótgarðar lækkaðir.

- Áðrenn spælipláss varð skipað á økinum, hýsti Grasagarður barnafagnaði, brúðarvígslum, konsertum-  og hátíðarhaldi fyri pisum á Føroya Handilsskúla var eisini vorðið ein fastur táttur.

- Í dag hevur Grasagarður fingið nýtt andlit og verður nýttur til spæl, uppihald og gjøgnumgongd.

- Heildarætlanin var at skipa økið í mun til nærumhvørvið og virksemið í økinum. Grasagarður er einasta almenna kommunala spæliplássið í Tórshavn, og okkara ynski var tí, at tað skilir seg frá spæliplássunum á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Vinnarin av tilboðnum at dagføra Grasagarð gjørdist Arta saman við gartnarunum Grønt & Grátt. Sum undirráðgevi hjá Arta hevur fyritøkan AFRY eisini verið við til at ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini.

Samskifti hevur somuleiðis verið við Javna í tilgongdini, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. Tróndur Sigurdsson, formaður í teknisku nevnd, greiddi frá arbeiðnum og úrslitinum.