Til lesiveik
Tíðindi - 05. januar 2021
Grevstur á Frælsinum ávirkar bussleiðir og ferðslu
Mikudagin 6. januar 2021 verður byrjað at grava fyri fjarhita við rundkoyringina á Frælsinum. Arbeiðið hevur ávirkan á ferðsluna eftir Landavegnum og Frælsinum og bussleiðirnar 1, 6, 7 og 8 koyra øðrvísi enn vanligt.
Arbeiðið ber í sær, at:
- eingin koyring verður frá rundkoyringini Smílið á Landavegnum oman til rundkoyringina á Frælsinum
- eingin gjøgnumkoyring verður frá Frælsinum til Jóannesar Paturssonargøtu og Landavegin
Tó verður koyrandi frá Jóannesar Paturssonargøtu niðan til rundkoyringina Smílið á Landavegnum.
Arbeiðið ávirkar eisini bussleiðirnar í økinum:
- Leið 1: koyrir ikki á Frælsinum men eftir J.C. Svabosgøtu báðar vegir
- Leið 6: koyrir til Velbastaðar sum vanligt, men tá koyrt verður heimaftur í býin, koyrir leiðin eftir Marknagilsvegnum, Svalbardsvegnum og Grønlandsvegnum oman í Steinatún.
- Leið 7: báðir túrarnir hjá leið 7 koyra eftir J.C. Svabosgøtu og ikki á Frælsinum
- Leið 8: koyrir sum vanligt til Velbastað/Kirkjubø, men tá leiðin koyrir heimaftur til Havnar, verður koyrt eftir Marknagilsvegnum, Svalbardsvegnum og Grønlandsvegnum oman í Steinatún.