Lurta
Tíðindi - 01. desember 2021

H71-genturnar hava skrivað føroyska hondbóltssøgu

Heðin Mortensen, borgarstjóri, byrjaði við at ynskja hjartaliga tillukku við fantastiskum úrslitum higartil í ársins EHF Europa Cup-kapping! Tað, sum longu nú er avrikað, er einastandandi fyri føroyskan hondbólt, segði hann og legði aftrat, at genturnar nú hava skrivað bæði føroyska hondbóltssøgu og eisini lagt ein stóran og stoltan kapittul aftrat teirra egnu søgu!

- Síðani 2009 hevur tykkara manslið vunnið fimm meistaraheiti og somuleiðis steypakappingina fimm ferðir tilsamans. Men nú eru tað tit kvinnur, sum við tykkara framúr úrslitum hava hug til at yvirskugga menninar.

- Vit skulu jú minnast til, at hetta er bert fimta kappingarárið, at tit eru við í bestu kvinnudeildini. Har hava tit longu gjørt vart við tykkum sum eitt av teimum fremstu. Í steypakappingini hava tit síðstu fýra árini av álvara markerað tykkum – fyrst við at spæla tykkum í hálvfinalurnar tvey tey fyrstu árini, og nú síðstu tvey árini við at fara allan vegin og vinna.

- Ja, síðstu tvey steypaárini hava verið heilt serlig, tí sum einasta felag í Føroyum nakrantíð hevur H71 vunnið steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum tvey ár á rað!

- Júst tykkara framgongd og úrslit í steypakappingini liggja eisini sum grund undir tykkara europeisku avrikum síðstu tíðina. Sum steypavinnarar komu tit við í EHF Europa Cup-kappingina, og nú hava tit spælt tykkum allan vegin í áttandaparts-finalurnar.

- Fyrst vundu tit burtur úr norður-makedonska Cair úr Skopje við tilsamans 25 málum á muni yvir tveir dystir, so tit fóru stormandi víðari í kappingini. Síðani fingu tit fyri góðari viku síðani sveitsiska vitjan, men har gjørdu tit aftur bart, so tit við greiðum sigri í fyrra dystinum ímóti Spono Eagles gjørdu seinna dystin mestsum týdningarleysan.

- Við samlaða sigrinum upp á átta mál á einum av fremstu sveitsisku liðunum, hava tit spælt tykkum fram millum 16 tey bestu liðini, sum eru við í EHF Europa Cup í ár. Hetta hevur eingin í føroyskum hondbólti megnað fyrr!

- Tit í H71 hava havt dirvi til at satsa. Nú verða tit lønt fyri tað. Við miðvísum ætlanum um, hvussu hondbólturin skal mennast, hava tit bygt upp eitt sterkt felag. Gentuhondbóltur hevur mestsum alla tíðina verið ein partur av hondbóltinum í H71, men síðstu 15 árini hava tit arbeitt væl og miðvíst við gentusíðuni í felagnum, tí málið var eisini at fáa kvinnurnar fram í fremstu røð.

- Tær flestu av tykkum hava verið partur av hesi ætlan frá fyrstu løtu. Og onkrar av tykkum vóru eisini afturi í 2010 við til at vinna fyrsta meistaraheitið hjá H71 nakrantíð á gentusíðuni.

- Fyri okkum, ið varða av Tórshavnar kommunu, hevur tað stóran týdning at eiga feløg sum H71 og – ikki minst – slíkar eldsálir, sum tær, tit eiga í Hoyvík. Her hugsi eg ikki minst um ta styrki, tit hava á venjara- og leiðarasíðuni.

- Vit eru eisini sera spent at síggja, hvussu leikur fer, nú tit í januar aftur skulu royna tykkum í europeiskum leiki. Tá verður mótstøðan serbisk, eitt lið, sum – eins og tit – er mannað við ungum fólki.

- Enn vita vit ikki, um tit enn einaferð fáa mótstøðuliðið hendavegin, men stuttligt hevði verið at sæð tykkum enn einaferð, tí tað hevur verið so stuttligt higartil.

- Ikki færri enn seks dystir skulu tit spæla í heimligu kappingini næstu 18 dagarnar, og tað krevur sjálvandi, at tit hugsa um ein dyst í senn, so tit eisini í landskappingini standa tykkum væl. Men hóast trongu dystarskránna, hava vit álit á, at venjararnir enn einaferð megna at fyrireika tykkum meistarliga til komandi europeisku uppgávuna, sum teir hava gjørt tað higartil.

- Tí vil eg her at enda takka tykkum fyri tykkara avrik higartil og ynskja tykkum allarbestu eydnu víðari fram – bæði í kappingum her, men ikki minst úti í Europa, segði borgarstjórin at enda.