Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 24. november 2020

Havnar Kajakkfelag ruddað Havnarvág

Havnar Kajakkfelag hevur fingið nýggjar kajakkir, sum nú síggjast í havnarlagnum av og á. 

 

Kajakfelagið fekk nakað herfyri umhvørvisstuðul til at keypa nýggja útgerð, ið skal brúkast til at rudda vágna nakrar tímar um vikuna.

Nú ein sunnudagin fingu tey ein fullan posa við burturkasti, sum varð heintað á sjónum. Ein boya, ein bjargingarkransur, nógvir togendar, spreingileidingar, flamingo, plast, posar og annað.