Lurta
Tíðindi - 25. mai 2024

Heilsuhjálparar gera mun hvønn dag, alt árið

- Helvtin av røktarkrevjandi borgarum í Føroyum búgva í okkara øki. Tað sigur eitt sindur um, hvussu umráðandi tit eru fyri Tórshavnar kommunu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a., nú Heilsuhjálparafelag Føroya fylti 45 ár.
- Tit heilsuhjálparar eru sjónlig í arbeiði tykkara, og tit eru umráðandi fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, og borgarar í øllum Føroyum.
- Tað eru álitisstørv, ið tit hava. Tit fara heim til fólk at hjálpa. Tað krevur álit. Álit millum tykkum og borgaran. Tí er tað ikki bara sum at siga tað, at røkja tykkara starv.
- Men vit hava álit á tykkum. Tí tá vit síggja bilar við tykkum fara runt í kommununi, so vita vit, at fólk eru trygg og fáa heilsuhjálp. 
- Tit arbeiða eisini inni á stovnum í kommununi, og vit vita, at tykkara arbeiðið ger, at fólk hava tað gott. Tit gera tað, sum navnið sigur, - tit veita heilsuhjálp.
--
- Heilsuhjálparafelag Føroya er eitt virkið og sjónligt felag. Og tað hava tit verið frá fyrsta degi, tá felagið kallaðist Heimahjálparafelag Føroya. 
- Tit hava eisini verið frammarlaga í mun til rættindini hjá limum tykkara. 
- Longu í 1981 tosaðu tit um at fáa eina barsilsskipan til limirnar, so tær kundu sleppa í farloyvi í fýra mánaðir. Har vóru tit langt frammanfyri politisku skipanina. 
- Eisini tosaði felagið tá um at fáa eina arbeiðsloysistrygging. Har vóru tit 11 ár frammanfyri politisku skipanina. Tí ikki fyrrenn í 1992 varð Arbeiðsloysisskipanin sett á stovn.
- So frá fyrsta degi hava tit havt visjónir, og nógvar eru vorðnar veruleiki.
--
- Eisini í dag hava tit visjónir og eru virkin. Tit halda í oyruni á okkum politikarum. Tað hava vit eisini tørv á. 
- Vit lurta eftir tykkum, men tit eru kanska ikki altíð samd við avgerðunum, ið vit taka. Soleiðis er tað viðhvørt. Men kortini haldi eg, at vit kunnu siga, at tað er virðing millum partarnar. 
- Men eg fegnist um, at felagið er so virkið, tí fakfeløg hava ein umráðandi leiklut í  einum demokratiskum samfelag.
- Fakfeløg eru eisini týdningarmikil í einum vælferðarsamfelag. Tí tað eru fakfeløg, ið verja rættindini hjá lønmóttakaranum. Men tit fakfeløg gera eisini vart við tykkum, um onkur borgari ikki fær neyðugu hjálpina, ella um onkur viðurskifti hjá borgarum kundi verið betri.
--
- Helvtin av røktarkrevjandi borgarum í Føroyum búgva í okkara øki. Tað sigur eitt sindur um, hvussu umráðandi tit eru fyri Tórshavnar kommunu.
- Men tit eru eisini umráðandi fyri allar Føroyar. Tí uttan tykkum heilsuhjálparar, og starvsfelagar tykkara á eldra og umsorganarøkinum, ber onki til.
--
- Eg fari at enda við at ynskja Heilsuhjálparafelag Føroya hjartaliga til lukku við 45 ára degnum.  Tit gera mun, - hvønn dag, - alt árið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Sí fleiri myndir á okkara Facebook-síðu: HER