Lurta
Tíðindi - 15. juni 2022

Heini Gaard nýggjur mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Heina Gaard í starvið sum mentamálaleiðari. Heini Gaard er útbúgvin cand.mag. í søgu við hjágrein í films- og fjølmiðlafrøði. Umframt drúgvar royndir sum journalistur og redaktørur, hevur hann eisini verið deildarleiðari á Aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya.

Mentamáladeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Virkisøkið hjá mentamáladeildini er útbúgving, sum fevnir um kommunalu fólkaskúlarnar, Musikkskúlan og Kvøldskúlan, og mentan og frítíð, sum fevnir um Býarbókasavnið og Býarsavnið, mentanarhøli í miðbýnum, Svimjihøllina og Ítróttaanlegg.

Harumframt umsitur deildin stuðulsskipanir innan mentan og ítrótt. Samlaða rakstrarjáttanin til hesi øki er uml. kr. 120 mió. Heini Gaard byrjar í starvinum eftir summarfrítíðina.

 

Á myndini eru frá vinstru: Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Heini Gaard, mentamálaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri