Lurta
Tíðindi - 07. desember 2022

Hent at vita, um tú skalt greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi 8. desember

Hósdagin 8. desember hava omanfyri 13.000 veljarar rætt til at greiða sínar atkvøður í Høllini á Hálsi. Stóra talið av veljarum hevur við sær, at trýst er í ferðsluni og í høllini. Her sært tú, hvat tú kanst gera fyri at stytta um bíðitíðina og finna rætta valborðið á valdegnum.


Trýstið minst millum kl. 18 og 20

Royndirnar frá undanfarnum valum vísa, at trýstið er minst frá klokkan 18 til 20, meðan flest koma á valstaðið millum klokkan 15 og 17.

Millum klokkan 15 og 17 er ferðslutrýstið frammanundan stórt, tí tá fara fólk heim frá arbeiði, og tað kann tískil gerast truplari at finna parkeringspláss við høllina. Á myndini niðanfyri sært tú øll parkeringsplássini nærindis Høllini á Hálsi.

Tað er somuleiðis vert at vita, at flest allar leiðir hjá Bussleiðini hava steðgipláss tætt við valstaðið á Hálsi.


Hvussu finni eg mítt valborð?

Á tínum valkorti sært tú eitt raðtal í ovasta vinstra horni. Hetta nummarið sigur tær, hvat av teimum 6 valborðunum tú skalt fara til í Høllini á Hálsi. Á myndini niðanfyri sært tú, hvar nummarið stendur á kortinum:

  • Er nummarið millum 20513 - 22762, skalt tú fara til borð 1
  • Er nummarið millum 22763 - 25012, skalt tú fara til borð 2
  • Er nummarið millum 25013 - 27262, skalt tú fara til borð 3
  • Er nummarið millum 27263 - 29512, skalt tú fara til borð 4
  • Er nummarið millum 29513 - 31662, skalt tú fara til borð 5
  • Er nummarið hægri enn 31662, skalt tú fara til borð 6

Hevur tú mist títt valkort burtur, ella er kortið ikki komið fram við postinum, kanst tú venda tær til kommunala fólkayvirlitið, sum heldur til inni í sjálvari høllini, beint høgrumegin tá tú kemur inn. Minst til at hava samleikaprógv við (koyrikort ella pass).