Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 05. mai 2021

Heri og Frants Vilhelm fáa Havnina at skína

182341648 309836937186999 3412267808082756208 N
182326461 494283421921273 6135841099338677361 N 182433476 962832157866961 2983684684007336065 N
1 / 3

Ótroyttiligir og í øllum veðri heinta teir burturkast upp í miðbýnum. Teir báðir Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen fingu í dag handað heiðursbræv fyri trúgva tænastu.

Heri Jensen hevur síðani 1986 við eldhuga og nærlagni hildið býin reinan. Frants Vilhelm Jacobsen hevur gjørt tað sama síðani 2001.

Teir hava trúfastir sópað gøtur og vegir fyri burturkast. Og soleiðis hava teir veitt sítt týðandi íkast til at fáa Havnina at skína. Eisini hava teir í virkseminum verið ein fyrimynd fyri onnur.

Mong eru tey, bæði ung og eldri, sum hava varnast miðvísa arbeiðið hjá Hera og Frants Vilhelmi.

- Áhaldandi arbeiðið hevur verið umhvørvinum og øllum havnarborgarum til gagns, segði Bjørg Dam, tá ið hon handaði teimum báðum heiðursbrævið.

Hon legði aftrat, at tað at rudda burtur rusk í gerandisdegnum hevur stóran týdning fyri umhvørvið, og arbeiðið hjá gøtusóparunum ger allar havnarborgarar tilvitaðar um umhvørvið.

Hesa vikuna er Umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu, og kommunan varpar í ár ljós á burturkast og endurnýtslu.