Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 21. desember 2020

Hitt Tórshavnar kommunu á Jobmatch

Tórshavnar kommuna er við á Jobmatch, sum í ár verður hildið á netinum.

Starvsstevnan hevur sum høvuðsendamál at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. Og tað ber væl til, hóast korona ger um seg. Alt tiltakið fer fram á netinum týsdagin 29. desembur.

Talgildi Jobmatch pallurin er longu latin upp, og á honum kanst tú bíleggja tær JobPrát. Trýst á leinkið niðanfyri, so sleppur tú framat bíleggingarmøguleikunum.

Sjálv starvsstevnan verður týsdagin 29. desembur frá kl. 12 – 17. Tá kanst tú kjatta og hava netfundir við starvsfólk í Tórshavnar kommunu.

Allar deildirnar í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu eru við á Jobmatch 2020.

Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá Jobmatch.

Bílegg eitt JobPrát