Lurta
Tíðindi - 02. desember 2021

Hugnaligt jólaborðhald fyri búfólk á eldraøkinum

Tað vóru nýggju ítrivsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, sum skipaðu fyri hugnaligum jólaborðhaldi í Dansifrøi fyri búfólkum á eldraøkinum. Hetta var ein sera hugnalig løta.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var við í morgun. Hann greiddi frá, at í summar samtykti býráðið at seta tvey starvsfólk burturav, hvørs uppgáva er at skipa og stuðla undir aktivitetir, sum stimbra og skapa innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum.

- Tað gleðir meg at síggja tær sum fyrireikarar her i morgun – og tað gleðir meg at síggja, at nú eru vit í praksis farin undir at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá eldru borgarunum, sum búgva á bústovnum hjá kommununi. 

- Hugsanin var júst, at umframt aktivitet í dagligdegnum, so skuldu hesi ítrivsfólkini vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald og annað. Aktivitets- ella ítrivsfólkini á eldraøkinum arbeiða undir slagorðunum “Virkin og vakin – alt lívið”.

- Tær eru byrjaðar at koma út á ellis- og røktarheim í kommununi, at skapa "stjørnuløtur", og soleiðis leggja dent á heilsustimbran hjá húsfólkunum, og eisini at skapa eina kenslu av felagsskapi.

- Vit hava sæð búfólk verið túr við bátinum Rescue Lív, haft hugnaløtur, verið á café, koyrt busstúrar og verið gongutúrar í plantasjuni, umframt at menn hava haft undirhús, har teir hava hitst til prát við aðrar menn.

- Hetta ger eisini, at mong fáa høvið at sleppa ein túr í býin hesar dagarnar og síggja, hvussu ótrúliga hugnaligur okkara jólapyntaði býur er.

- Nógvur annar aktivitetur er í skjáttuni og vónað verður, at tilráðingarnar skjótt koma at loyva arbeiðinum at blóma. Millum annað verður farið í holt við at søkja eftir sjálvbodnum at verða ein partur av arbeiðinum.

- Góðu tit, ið savnað eru her í dag. Dagliga er tað mær ein fragd at síggja, at vit taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar, tí vit hava virkin fólk, ið skapa trivna og eisini vegleiða og læra tey yngru.

- Eg haldi, at okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur.

- Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkum, sum varða av landsins størstu kommunu. Vit eru tilvitað um henda týdning, bæði heilsuliga og sosialt.

- Ein stór kanning fyri ikki so langari tíð síðan vísti, at bara seks av hvørjum hundrað fólkapensjónistum eru illa nøgdir við tilveruna. Samstundis vísti kanningin, at her í høvuðsstaðnum er nøgdsemið størst, tí tey flestu søgdu seg vera væl nøgd við tilveruna.

- Tað er sera týdningarmikið at varðveita tey sosialu bondini alt lívið, at hitta onnur og at vera saman við ungum sum eldri. Og tað er eisini avgerandi, at vit varðveita tað barnsliga forvitnið og at bjóða tí av. Hóast vit eldast, menna vit heilan, tá ið vit uppliva okkurt nýtt.

- Men mest av øllum er at varðveita sosiala sambandið. At koma saman. At hugna sær saman. Tað stimbrar og tað gleðir okkum. Og tað er tað, vit gera í dag.

- Vit hava eitt stórt ynski um, at Tórshavnar kommuna skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri, og alla tíðina hava vit fyri eyga, at trivnaðurin skal standa í hásæti, tí uttan hann kann alt hitt líkasum gera tað sama.

- At enda skal eg bera tykkum øllum somlum eina heilsu um gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.