Lurta
Tíðindi - 02. desember 2021

Hugnaligt jólahald á Velbastað

Tað var Kári Johansen, býráðslimur, sum í ár helt røðu á Velbastað, tá jólatræið varð tendrað. Kári hevur ættarfólk á Velbastað og tosaði eitt sindur um sambandið millum bygdirnar í gomlum døgum.

Kári nevndi, at adventin er ein hugnalig tíð, nú vit liva í vónini og gleðini um tað, ið koma skal. Í gomlum døgum varð dúgliga róð út dagarnar uppundir jól, tí ræstan seið ella tosk og sperðil máttu øll eiga til jólaaftan.

- Hóast sambandið ofta var vánaligt millum bygdirnar, so vóru summar bygdir jólabygdir og summar nýggjársbygdir, summar trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir.

- Nógv varð lagt fyri at fara til aðrar bygdir hesar hátíðirnar. Soleiðis varð sambandið millum bygdirnar røkt, soleiðis knýttust vinabond – og soleiðis kundu tey ungu hitta hvønnannan tvørtur um bygdamørk.

- Trettandakvøld komu fólk úr grannabygdunum til Velbastaðar at dansa. Var líkinda veður komu hestfólk mannsterk um fjørðin. Blíðskapurin var tiltikin.

- Omma mín Sanna var ættað hiðani av Velbastað úr bóndahúsinum við Á. Um hon hitti abba fyrstu ferð til jólahald úti í Kirkjubø, ella í dansi heimi á Velbastað, tað skal eg ikki tora at gita um, men tað kundi verið sannlíkt.

- Í øllum førum gjørdist hon bóndakona Uppi í Stovu úti í Hesti. Og henda samanrenningin førdi millum annað til, at eg sum smádrongur vaks upp við mongum dagstúrum heim á Velbastað, og eisini mongum túrum um fjørðin av Velbastað út í Hest.

- Hetta eru dýrabær minni um eina farna og øðrvísi tíð. Og sjálvandi minnist mann best tann heilt serliga hugnan og tann stóra blíðskapin, ið altíð varð vístur, serliga hesa tíðina á árinum.

- Helst var tað eisini sunt fyri okkum, sum vuksu upp mitt í Havnini, at koma út á bygdirnar og fáa eitt sindur av almennum dannilsi og nakað av góðari føroyskari bygdamentan lagda í okkum.

- Hjá mær er uppgávan í dag at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til jólahaldið her á Velbastað og bera tykkum øllum eina hjartans tøkk fyri skjótt farna árið, sum eisini fyri meg hevur verið nakað serligt.

- Í øllum politiskum samstarvi er tað ein avbjóðing at finna semjur um raðfestingar. Vit eru øll partur av eini fólkaræðisligari skipan, har øll sjónarmið eiga pláss. 

- Eg haldi, at tað hevur gingið væl hetta valskeiðið - kommunan veksur áhaldandi, inntøkurnar vaksa, fólkatalið veksur, bygdir verða bústaðir sum ongantíð fyrr, arbeiði er til allar hendur og tænastustøðið og trivnaður hækka. 

- Jú, tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Eisini komandi árini verða stór tøk at taka til tess at framtíðartryggja tænastu og tilboð bæði til borgarar og vinnulív. Vit skulu framhaldandi ganga á odda í skilagóðu menningini.

- Vit eiga øll lut í hesi framgongd saman við okkara borgarum, vinnulívi og umsitingini. Eg vil tí eisini takka staðbundnu nevndini fyri gott politiskt arbeiði og samstarv.

- Góðu tit øll. Hugnaliga jólahøgtíðin nærkast, skjótt er styttsti dagur, og tað fer aftur at ganga ímóti ljósari tíðum. Øll hava vit sum sagt okkara jólasiðir, har vit eisini hesa myrku ársins tíð verða mint á boðskapin um næstakærleika og frið á jørð. Ein boðskapur, ið er av allarstørsta týdningi fyri okkum menniskju.

- Jólini eru, eins og henda lítla løtan í kvøld, eitt høvið til at leggja ósemjur til viks og heldur njóta løtuna og samveruna.

- Mítt ynski er, at vit, hvør í sínum lagi gera okkara besta til, at vit fáa eini góð og hugnalig jól saman.

- So er bara eftir at ynskja tykkum øllum somlum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár, segði Kári Johansen, býráðslimur, at enda.