Lurta
Tíðindi - 07. desember 2021

Hugnaligt jólatræshald í Norðradali

Tað vóru teir báðir Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Derhard Jógvansson, prestur, sum høvdu jólatræshald í Norðradali.

Varaborgarstjórin helt røðu og beyð øllum vælkomnum til hugnaløtuna.

- Veturin er sum kunnugt í hæddini – kavi, kalt, regn, vindur og myrkt. Vit hava tí øll tørv á at síggja nøkur ljóspunkt og nakrar leiðisstjørnur, sum kunnu vísa okkum á leið og hjálpa okkum gjøgnum hesar tungu og myrku tíðir.

- Jólini geva okkum gleðiboðskapin um Jesu føðing og frelsugávuna til okkum menniskju. Jólini eru eisini tíðin, har vit eiga at síggja okkum sum einstaklingar, familja, vinarbólkur og partur av einum samfelag ella sosialum felagsskapi.

- Vit fáa við jólunum eitt gott høvið at steðga á og vísa, hvørji vit eru sum einstaklingar, vinir, familja og samfelagsborgarar.

- Við teimum samskiftismiðlum, sum eru í dag, kunnu vit í alt størri mun síggja og samanbera livilíkindini hjá okkara medmenniskjum – fíggjarliga, sosialt og í aðrar mátar. Vit muga ásanna, at nógv fólk og børn hava tað ikki gott kring um í heiminum, tey hava tørv á hjálp og stuðli av ymiskum slag.

- Hetta er ein hjálp, sum vit føroyingar, allheimsborgarar eins og samfelag hava skyldu til at viðvirka, at hesi menniskju  fáa tað betri  – spurningurin er bara at raðfesta hetta nóg høgt soleiðis at hjálpin ger mun og at virðini verða rætt býtt millum okkum øll.

- Ein partur av hjálpini er eisini at vera um hvønn annan og rætta eina hjálpandi hond til sín næsta – hetta kostar onki, men er bara til gleði fyri onnur og ein sjálvan.

- Seinastu nógvu árini eru jólini í størri mun vorðin ein tíð, har fólk stressa seg við nógvum materiellum keypi, forbrúki o.a., soleiðis at

jólini fyri nøkur tíverri er ein handilslig og materiel veitsla og eitt tíðarskeið við nógvari strongd, har allur grundleggjandi menniskjaligur tørvur, fyri eitt nú samveru, verður settur til síðis.

- Vit skulu liva meira enn jólini og tí ræður um at hava tað gott allar dagar í árinum. Mín vón er, at vit sum politikarar kunnu skapa neyðugu karmarnar fyri, at okkara borgarar kunnu liva eitt gott lív, trívast og hava tað trygt alt árið.

- Lat jólini verða við til at opna eygu okkara fyri tí, sum ikki virkar nøktandi fyri familjur, okkara vinir og medmenniskju og sum kann gerast munandi betri.

- Lat jólini verða tíðin, har vit geva okkum tíð at fyllast við mentalari føði og síggja nýggjar møguleikar til eitt betri lív fyri okkum sjálvi og allar borgarar.

- Fari at takka teimum, sum eru við til at fyrireika eitt slíkt tiltak sum hetta – stóra takk fyri. Sum varðaborgmeistari fari eg at ynskjum øllum tykkum í Norðradali eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað farna, segði Annfinn Brekkstein at enda.