Lurta
Tíðindi - 03. desember 2021

Hvussu skal ungdómshúsið á Velbastað eita? Vinn 3000 krónur

Dagstovnurin á Velbastað 2021_web_ÓF

Fríggjakvøldið 17. desember kl. 19 letur nýtt ungdómshús upp á Velbastað. Men ungdómshúsið má hava eitt rámandi navn, og tí bjóða vit øllum at taka lut í einari navnakapping. 

Vinnarin av navnakappingini fær 3.000 krónur. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til umhvørvið og dagstovnin annars. 

Freistin at lata okkum uppskot er mikudagin 15. desember 2021.

Trýst á grøna knøttin niðanfyri og send okkum títt uppskot við frágreiðing um, hví júst títt uppskot er tað besta. 

Send navnauppskot

Innkomnu uppskotini verða løgd fyri nevnd, har umboð fyri tey ungu, stovnsleiðarin og deildarleiðarin á Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu sita. Nevndin tilskilar sær tó rættin til ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum. 

Nýggja navnið á ungdómshúsinum verður avdúkað fríggjakvøldið 17. desember kl. 20.