Lurta
Tíðindi - 01. juli 2022

Í dag letur 1. partur av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum

Fiskastykkið gerst livandi aftur

Arbeiðið at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at 1. partur kann takast í brúk.

Hetta fiskastykki, sum Johannes í Stórustovu virkaði á frá seinast í 1920unum/fyrst í 1930unum til síðst í 1930unum, er helst einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, og verður tað nú gjørt atkomuligt fyri almenninginum.

Í dag, fríggjadagin 1. juli kl. 11.00, letur fyrsti partur av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum.