Innskrivingin í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla latin upp

Innskrivingin í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla letur upp 15. desember 2021 og gongur fyri seg í bókingarskipanini BARN. Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022.
Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd fyri 1. januar 2016 inn í 1. flokk til næsta skúlaár, kunnu nú avgreiða innskrivingina í bókingarskipanini BARN.
Talgilda innskrivingin krevur, at tú sum foreldur bíleggur tær Samleikan frammanundan. Tað kanst tú gera á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tú kanst lesa meira um talgildu innskrivingina, upptøkureglurnar og hvussu tú gert her:
Innskriving í forskúla
Foreldur, ið ætla at skriva børn fødd fyri 1. januar 2017 inn í forskúla í Sankta Frans skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan á Argjahamri ella Lítlaskúla kunnu somuleiðis avgreiða innskrivingina í bókingarskipanini BARN.
Ætlanin er, at forskúli verður í Eysturskúlanum eisini. Málið er til politiska viðgerð, og um tað verður samtykt, verður møguleiki fyri at skriva seg inn í forskúla í Eysturskúlanum seinni. Nærri kunning kemur um hetta, tá málið er liðugt viðgjørt.
Innskriving í forskúlalíknandi tilboð
Í Nólsoy er eisini eitt forskúlalíknandi tilboð. Forskúlalíknandi tilboð eru skipað í samstarvi millum barnagarð og skúla. Her skulu foreldur tó venda sær til Nólsoyar skúla, um tey ynskja at skriva barnið inn í forskúlalíknandi tilboðið.
Somuleiðis er ætlan um at hava eitt forskúlalíknandi tilboð í Kaldbak. Hetta málið er tó eisini til politiska viðgerð. Verður málið samtykt, fáa foreldur í Kaldbak kunning um, at tey kunnu skriva børn síni inn í forskúlalíknandi tilboðið. Foreldrini skulu tá venda sær til Kaldbaks skúla fyri at avgreiða innskrivingina.
Innskrivingarfreist og mannagongd
Freistin at skriva børn inn í forskúla, skúla og frítíðarskúla er 16. januar 2022.
Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldur boð frá skúlanum, har barnið er upptikið í forskúla ella 1. flokk.
Tú kanst lesa meira um talgildu innskrivingina, upptøkureglurnar og hvussu tú gert her: