Lurta
Tíðindi - 26. mars 2021

ÍSF fer at byggja omaná Fimi

ÍSF-húsið í Gundadali varð rivið niður herfyri og ÍSF er tí heimleyst. Býráðið samtykti í gjárkvøldið at staðseta nýggju hølini hjá ÍSF omaná Fimi.

Í viðmerkingunum til málið verður sagt, at fyri kommununa er málið viðvíkjandi ÍSF týðandi at fáa loyst, tí felagsskapurin er undir stórum trýsti og staðsetingin av nýggja bygninginum er týðandi fyri at felagsskapurin hevur nakað ítøkiligt at arbeiða fram ímóti.

Útrokningarnar vísa, at tað er møguligt at byggja tvær hæddir oman á verandi bygging. Hesar hæddir skulu gerast sum lættar konstruktiónir.

Tað er skilligt, at ÍSF ynskir at verða staðsett í Gundadali, tí stórur partur av ítróttarvirkseminum í kommununi er her, og sostatt vil virksemið, sum felagsskapurin umboðar síggjast aftur í uttanumhvørvinum.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til, at staðseta ÍSF omaná Fimi. Sama gjørdi byggi- og býarskipanarnevndin og seinni mentamálanevndin. Málið var so fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið, har tað var samtykt við 11 atkvøðum.