Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 25. november 2021

Jólatrøini tendra hesar dagar í ár

Mynd til skrá fyri jólatrø 2021_1_web_ÓF

Í næstum verður skipað fyri 12 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her sært tú eitt yvirlit yvir, nær og hvar jólatrøini verða tendrað, hvør fer at spæla og hvørji halda røður.


Havn

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 27. november klokkan 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.


Kirkjubø

Jólatræið verður tendrað við kirkjuna sunnudagin 28. november klokkan 16. Havnar Hornorkestur spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.


Kollafjørður

Jólatræið verður tendrað við skúlan sunnudagin 28. november kl. 16. GHM spælir. Bergur Dam Jensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu.


Hoyvík

Jólatræið verður tendrað sunnudagin 28. november klokkan 18. GHM spælir. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.


Velbastað

Jólatræið verður tendrað við skúlan mikudagin 1. desember klokkan 17. Havnar Hornorkestur spælir. Kári Johansen, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.


Kaldbak

Jólatræið verður tendrað við skúlan leygardagin 4. desember klokkan 15.30. GHM spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.


Argir

Jólatræið verður tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 4. desember klokkan 17. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.


Hvítanes

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 4. desember klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir. Ejler Johannesen og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.


Norðradalur

Jólatræið verður tendrað við skúlan leygardagin 4. desember klokkan 18. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.


Hestur

Jólatræið verður tendrað sunnudagin 5. desember klokkan 16. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Óluva Zachariasen og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.


Nólsoy

Jólatræið verður tendrað sunnudagin 5. desember klokkan 17. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu.


Syðradalur

Jólatræið verður tendrað týsdagin 14. desember kl. 17.30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.