Lurta
Tíðindi - 11. mars 2022

Jónsvein Lamhauge fer frá sum havnameistari

Í dag seinnapartin var hátíðarhald á Panorama í sambandi við, at Jónsvein Lamhauge, havnameistari, leggur frá sær 1. apríl 2022. Borgarstjórin beyð vælkomin og segði nøkur orð um Jónsvein.

- Ja, so hevur Jónsvein valt at leggja frá sær. Um Jónsvein kunnu vit siga, at hann er føddur í Rituvík miðskeiðis í fimtiárunum, gekk í skúla í Rituvík og seinni á Glyvrum – og so rættiliga tíðliga á skiparaskúla og gjørdist skipari sum heilt ungur, meðan dangurnar enn lógu við bryggju við Nyk á Toftum og við Lynfrost í Runavík.

- Men vit her í Havn kenna hann sum keifúta í meira enn ein mansaldur – ikki færri 37 ár tilsamans hjá Tórshavnar havn. Hann bleiv havnameistari í 1993. Hann sæst ofta tita millum stovnar á súkklu, men oftast til gongu. Bil brúkar hann treyðugt.

- Vit, sum hava arbeitt saman við honum, kenna hann sum skilagóðan, hóast hann ofta kann halda uppá sítt. Onki er tó at ivast í, at hann er ein góður diplomatur, tí hann hevur stórt sæð klárað at hildið frið á sínum arbeiðsøki – og tað við kundum, sum altíð ynskja sær sera góða sømdir.

- Nú mugu vit so bara smyrja okkum við, at hann hevur tikið sítt tørn og kundi mynstra av, akkurát tá tað passaði honum. Og tað verður nú pr. 1. apríl.

---

- Vit minnast tey flestu, at Jónsvein tók við sum havnameistari í ringastu krepputíð í hálvfemsunum. Og framgongdin hevur verið sera stór hesi árini, Jónsvein hevur sitið við róðrið á havnarskrivstovuni. Kommunan er vaksin sera nógv og fleiri havnir eru útbygdar.

- Tórshavnar havn er vaksin nógv hesa tíðina við Kollafirði, Nólsoy, Kaldbak, Hesti og Koltri. Sum havnameistari hevur Jónsvein staðið fyri stórum útbyggingum í Tórshavnar havn:

- Skansabryggjan og Molin í 90-unum, Eystara bryggja til nýggju Norrønu og Smyril, Kollafjørður og Oyrareingir í nullunum og Kaldbak og havnin á Sundi. Stóra havnabyggingin, sum nú er um at vera liðug, Sjóvinnuhúsið og nú bátahylin í Álakeri – róðrarfeløgini halda nógv av Jónsveini!

- Nú hava vit samtykt at skipa alt eystara havnaøki. Tað er eitt úrslit av einum sera umfatandi arbeiði at skipa alla nýggju havnina. Og tá ein hugsar um planlegging og logistikk, so hevur hetta verið eitt ótrúliga stórt arbeiði.

- Men her hevur ligið ræðið fyri hjá Jónsveini at navigera millum entreprenørar, ráðgevar og kundar hjá Tórshavnar havn. Og nú størstu feløgini byggja m.a. komuhøll og pakkhús á nýggja havnaøkinum, byrja vit at síggja úrslitið av hesum stóra arbeiði.

- Jónsvein hevur ikki bara virkað á maritima økinum – hann hevur sum nevnt virkað fyri ítróttinum, og mentanarliga eigur hann sín stóra leiklut, nú Tjóðleikhúsið endiliga er staðsett, sjálvandi í samráð við havnameistaran.

---

- Vit hava staðfest fleiri ferðir, at Jónsvein samvitskufult ger sítt arbeiði til lítar. Eg skal ikki siga, at hann altíð hevur verið sparsommiligur – men tað er ein sannroynd, at ofta er tað komið kommununi væl við, at kassin hjá Tórshavnar havn hevur verið fullur.

Og onkuntíð er tað komið Tórshavnar havn væl við, at kommunukassin hevur verið fullur! Tað hevur altso virkað báðar vegir.

- Eg havi longu nevnt at honum dámar at súkkla og at ganga. Og onkuntíð hevur hann kanska ikki heilt skilt, at ikki øll onnur kunnu gera akkurát tað sama – sum t.d. tá starvsfólk hava søkt um arbeiðsbil og hann avgjørdur hevur svarað bums nei. Í øllum førum í fyrstu atløgu.

---

- Komandi og farandi havnameistari umskarast eitt sindur henda mánaðin. Jónsvein fer at gevast tann 1. apríl.

- Nú fær hann sjálvandi tíð bæði at súkkla og ganga so galið hann vil – men vit skilja á lagnum, at hann ætlar sær at brúka meira tíð saman við abbabørnunum í Spania, har dótturin Lív býr.

- Jónsvein hevur eisini ein son og eitt abbabarn í Norra. Mær er sagt, at øll abbabørnini hjá Jónsvein búgva uttanlands, so nú fær hann meira tíð at røkja uppgávuna sum abbi.

- Vit vóna tó ikki, at hann verður verandi uttanlands, tí hann er ein av teimum, sum halda sluppina Westward Ho siglandi. Hann hevur verið reiðari og syrgt fyri viðlíkahaldi, so sluppin er eitt satt prýði fyri býin.

- Vit vóna og vænta, at Jónsvein heldur fram við arbeiðnum við Westward Ho - tað er avbera gott pensionsistaarbeiði og ikki minst sera gott sosialt arbeiði fyri tilkomnar menn.

--

- Eg fari eisini at bjóða Andriasi Vang hjartaliga vælkomnum í starvið sum havnameistari í Tórshavnar havn. Andrias byrjaði nú 1. mars –

Andrias hevur eina øðrvísi bakgrund sum offiserur og leiðari hjá Mærsk. Men vit vóna at hann verður eins diplomatiskur sum Jónsvein.

- Hjartaliga vælkomin Andrias – vónandi fert tú at trívast einsvæl í starvinum sum Jónsvein.

---

- Góði Jónsvein – túsund takk fyri tíðina. Tað hevur verið stuttligt at kent teg og arbeitt saman við tær øll hesi árini. Vónandi hvørvur tú ikki heilt úr býarmyndini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði Jónsveini eina viðurkenning frá kommununi.